
Danski forsætisráðharrin Mette frederiksen og fleiri aðrir evropeiskir leiðarar hittast í dag í London at umrøða støðuna í Ukraina.
Tað er bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hevur kallað inn til fundin.
Á fundinum luttaka eisini leiðarar úr Fraklandi, Týsklandi, Kanada, Niðurlondum, Noregi, Póllandi, Spania, Finnlandi, Svøríki, Kekkia, og Rumenia, umframt turkiski uttanríkismálaráðharrin, Nato-aðalskrivarin, og ES-nevndarforkvinnan, og ES-forsetin. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sum kom til London í gjár, fer væntandi eisini at luttaka, skrivar BBC.
Zelenskyj og Starmer hittust í gjár. Á fundinum greiddi bretski forsætisráðharrin frá, at Zelenskyj hevur fullan stuðul úr Stórabretlandi. Eisini undirskrivaðu teir eina avtalu um at framskunda lán fyri 20 milliónir krónur til Ukraina. Bretski Charles kongur skal eisini hitta Zelenskyj í dag áðrenn fundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald