Innanlands

Smyril avlýsir tveir túrar í morgin

Fyrsti túrur á suðuroyarleiðini verður klokkan 11.30

Smyril siglir fyrsta túrin í morgin klokkan 11.30 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril siglir fyrsta túrin í morgin klokkan 11.30 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-02 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkar siglingina á suðuroyarleiðini fyrrapartin í morgin.

Strandferðslan boðar frá, at túrarnir av Krambatanga klokkan seks og av Havnini klokkan 8.45 í morgin eru avlýstir.

Fyrsta fráferð hjá Smyrli í morgin verður sostatt klokkan 11.30, og um viðrar verður siglt sambært ferðaætlanini tað, ið eftir er av degnum.

– Øll, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan. Vit mæla ferðandi, sum hava bílagt pláss á avlýstu túrunum, til at bíleggja sær pláss á einum av teimum seinnu túrunum á degnum, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder