
Herning, Danmark (Portalurin): - Eg náddi at vera til afterparty í umleið ein tíma, framføra vinnarasangin, heilsa uppá nøkur fólk men so mátti eg heim. Eg eri ekstrovert og vildi njóta tað, men "oh my god" eg var troytt.
Í dag vóru vinnarasamrøður á DGI gistingarhúsinum mitt í Herning. Har hevur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hildið til seinastu dagarnar. Melodi Grand Prix-upplivingin hevur verið stuttligt men eisini hørð. Tá vit tosaðu við 30-ára gomlu havnarkvinnuna var tað samrøða nummar fimm á degnum, og hon viðgekk, at tað hevði verið eitt sindur "òbehagilgt" við ymiskum yvirskriftum í donskum miðlum.
Sissal Jóhanna er til reiðar til hetta og eisini til trýstið, sum kemur við at skula royna at syngja Danmark til fyrstu finaluluttøkuna í Eurovision síðani 2018.
- Eg haldi, at vit hava ein góðan møguleika til Eurovision. Har skal tó gerast ymiskt við "showi'ið".
Hóast sigurin og góðu móttøkuna í salinum í gjár, so var Sissal ikki meira enn "okay nøgd" við sítt avrik.
- Tað er altíð ymiskt, sum kann betrast, staðfestir hon.
Songkvinnan hevur fingið eina rúgvu av boðum og nýggjum fylgjarum á sosialu miðlunum og skal nú finna runt í øllum. Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen staðfestir, at hon í øllum førum ætlar at gera seg lidna við læraralesnaðin, áðrenn hon fer bert at hugsavna seg um tónleikin.
Sí eisini: Tvey'arin: Sissal skal hugsavna seg um at syngja
Sí video ovast:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald