Uttanlands

Trump fær rós frá russiska uttanríkismálaráðharranum

Donald Trump er ein praktiskur persónur, sigur Sergej Lavrov

Sergej Lavrov, russiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

Sergej Lavrov, russiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

2025-03-02 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri hava funnist at amerikanska forsetanum, Donald Trump í kjalarvørrinum á vitjanini hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj í Hvítu Húsunum fríggjadagin, men hann fær rós frá russiska uttanríkismálaráðharranum, Sergej Lavrov.

Les eisini: Zelenskyj og Trump í orðadrátti fyri opnari mikrofon

– Donald Trump er ein praktiskur persónur. Slagorð hansara er vanligt skynsemi. Tað merkir, og tað kunnu øll síggja, eitt skifti til ein øðrvísi hátt at gera avtalur, sigur Lavrov m.a. við russisku tíðindastovuna Tass.

Lavrov gevur Trump rós fyri at royna at enda kríggið í Ukraina, sum Evropa harafturímóti roynir at leingja, sigur hann.

Les eisini: Republikanari: Ber yvirhøvur til at samráðast við Zelenskyj?

Vitjanin hjá ukrainska forsetanum í Hvítu Húsunum gjørdist eitt sindur styttri enn ætlað. Fundurin millum Zelenskyj, Trump og amerikanska varaforsetan, J.D. Vance endaði við orðadrátti, og avtalan, sum skuldi undirskrivast millum USA og Ukraina, varð ikki undirskrivað.

Eftir fundin segði talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum, Maria Zakharova, at tað var eitt undur, at Zelenskyj ikki varð sligin á fundinum.

Sambært russiska uttanríkismálaráðharranum fara Russland og USA ongantíð at verða samd um alt, men tað er vanligt skynsemi at gera sær dælt av tí, tá har eru felags áhugamál.

– Tað hevði verið býtt ikki at gjørt hetta til praktiskar loysnir og fingið felags úrslit, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder