
Tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kom heim úr Herning - aftur á Oyrasundskollegiið har hon og døturnar búgva - varð skipað fyri móttøku í felagshølunum Sumpen.
Har varð Melodi Grand Prix víst í gjár. Seint seinnapartin fagnaði vinfólk og serliga føroyingar Sissal Jóhannu, sum eisini framførdi. Nøkur orð vórðu søgd.
Hon vann í gjár danska Melodi Grand Prixið í Herning við lagnum "Hallucination". Sissal skal umboða Danmark í Eurovision í Sveis í ma imánaða.
Sí myndir, sum vit hava fingið sendandi av Amager:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald