Innanlands

Tingformaðurin er stórur egoistur og psykopatur

Stór gøla tikið seg upp í Tjóðveldi

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-07 19:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annita á Fríðriksmørk hevur hvassar meiningar um floksfelagan og tingformannin. Í stroymingini av flokstinginum hjá Tjóðveldi í gjár, sigur hon Páll á Reynatúgvu vera egoist og psykopat.

- Hann er ein stórur egoist og psykopat, hann hevur slettað meg sum vin, hann hevur sletta øll sum vin sum hava sagt sína meining við hann, sigur Annita á Fríðriksmørk í stroymingini.

Hetta varð sagt í einum steðgi, og av óvart varð ljóðið ikki sløkt, so privatar samrøður hoyrdust. Í hesum føri snúði samrøðan, sum Annita á Fríðriksmørk hevði við ein persón, millum annað seg um at Páll á Reynatúgvu hevur lagt uppskot fram um at strika fólkatingsessirnar.

Tað var news.fo, sum fyrst skrivaði um hetta brotið fyrr í dag, og nú hevur Tjóðveldi tikið stroymingina av netinum aftur.

placeholder
placeholder