Uttanlands

Russland: Tveir bretar útvístir fyri njósning

Ein maður og ein kvinna við tilknýti til bretsku sendistovuna í Moskva eru ákærdir fyri at njósnast

Løgreglumaður uttanfyri bretsku sendistovuna í Moskva (Mynd: EPA)

Løgreglumaður uttanfyri bretsku sendistovuna í Moskva (Mynd: EPA)

2025-03-10 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir persónar við tilknýti til bretsku sendistovuna í russiska høvuðsstaðnum, Moskva eru ákærdir fyri at njósnast og hava fingið boð um at fara úr Russlandi, upplýsir russiska fregnartænastan FSB fyri russisku tíðindastovuni Tass.

Talan er um ein 34 ára gamlan mann og ein 32 ára gamla kvinnu, skrivar bretski miðilin LBC.

Sambært FSB hava bæði tilvitað givið falskar upplýsingar um seg sjálvi við komu til landið, og eisini eru ábendingar um njósning og sabotasju hjá báðum.

Tey hava nú tvær vikur til at fara úr Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder