Mentan

Tónlistarlig nýskapan á G! – ULD & Emil Kárlsen

ULD og Emil Kárlsen úr Noregi mynda á hvør sín hátt nýskapan og nýtulkan av siðbundnum tónleiki - spæla á G! í summar

ULD

ULD

2025-03-11 09:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

G! festivalurin í Gøtu kunngerð í dag tvey tónleikanøvn úr Noregi, sum á hvør sín hátt mynda nýskapan og nýtulkan av siðbundnum tónleiki.

Talan er um ULD og sámiska Emil Kárlsen.

ULD – Norsk gentutrio vevur vakurt teppi av fortíð og nútíð

Tað er ein sera spennandi tíð beint nú. Norski ungdómurin er av sínum eintingum farin at kanna sín tónleikaliga uppruna. Og sum vera man, flættast við hesum fortíð og nútið til eitt vakurt teppi av fólkatónleiki, djassi og poppi. Tað er langtandi men eisini púra viðkomandi.

ULD úr Noregi er ein gentutrio, sum veruliga hevur funnið eina ómetaliga stóra spæligleði í hesum tónleikaliga kanningararbeiði. Og hendan spæligleði røkkur væl av pallinum.

Bólkurin er nýggjur, men hevur bergtikið øll í heimlandinum, og fyrstu konsertirnar hava allar verið útseldar. Eisini fær bólkurin í grein hjá NRK heitastu viðmæli frá fleiri av teimum hægst virdu tónleikarunum í Noregi.

Greinin í NRK sæst her

[object Object]Emil Kárlsen

Emil Kárlsen – Kom og joika av nýggjum

Í øldir hava náttúrufólk uppi úr Norðurnoregi joika úti á frostbitnu ongunum, har tey hava reikast við sínum reinsdjórum. Hesin aldargamli sigur, at joika, sum er ein heilt serligur máti at syngja, verður enn hildin á lívið.

Og ein sum megnar at halda arvinum í hevd er Emil Kárlsen, sum til konsertir fortelur um hvussu hvørt hús hevur sítt egna joik. Emil Kárlsen er eisini ein sum veruliga megnar at endurnýggja mátan at nýta hendan serstaka sangháttin, tá ið hann flættar upprunatónleik við modernaðan popp og rokk. 

Á G! Festival í summar, sum verður hildin í døgunum 17. til 19. juli, verður møguleiki at uppliva Emil Kárlsen og hvussu hann megnar at joika av nýggjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder