
Hans Harryson er nýggjur lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hesum boðar heimasíðan hjá Fróðskaparsetur Føroya frá.
- Hans hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2008. Frá 2014 til 2018 var hann innskrivaður sum phd.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og á Aarhus universitet. Talan var um eina sokallaða dupulta innskriving (double degree).
Her hevur Hans júst staðið sína ph.d.-verju og fær prógv og blómur frá Sigurð í Jákupsstovu, sum tá var rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Eftir loknan ph.d.-lestur hevur Hans arbeitt sum ávikavist undirvísari, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina og sum varadekanur á Námsvísindadeildini.
Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara og síðani til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá vísindaligum útgávum, undirvísing og vegleiðing, miðlan av gransking og fyrisitingarligum royndum.
- Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Hansi luku allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Hans verður útnevndur lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sótu Anna Kristín Sigurðardóttir, professari á Háskúla Íslands, Elsebeth Jensen, lektari og dekanur á VIA, Aarhus og Malan Marnersdóttir, professari emerita, Fróðskaparsetur Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald