Innanlands

Heitt kjak millum Leiv og Marionnu: Tími ikki skotgravakríggj

Tað sum byrjaði við einum Facebookuppslagið fríggjadagin bleiv í dag til orðaskifti í morgunsendingini. Tey bæði endaðu við lutvíst at semjast, men á Facebook tykjast at vera gravir millum kvinnuligar og mannligar tónleikarar

2025-03-11 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Facebookuppslagið hjá Marionnu Winther Nagata fríggjadagin hevur skapt nógv orðaskifti seinastu dagarnar, og í morgun skipaði Góðan morgun Føroyar fyri kjaki millum teir báðar høvuðspersónarnar.

Les eisini: Tónleikarar í høðrum orðadrátti á Facebook

Og hóast nógvar ósemjur í kjakinum sum vardi í næstna ein tíma, endaði tað við einari semju millum Marionnu Winther Nagata og Leiv Thomsen.

- Eg tími yvirhøvur ikki slíkt splid, skotgravakríggj og vil gjarna semjast, segði Leivur Thomsen.

- Semjast um hvat, spurdi Marianna og legði afturat: Eg veit ikki um vit kunnu semjast í dag um tú ikki sært nakran strukturellan trupulleika í javnstøðu innanfyri tónleikaøkið.

- Jú, tað kann gott vera, at eg síggi tað. So skulu vit bara blíva samd um, hvat tað snýr seg um, segði Leivur Thomsen.

Harvið kann sigast, at kjakið millum tey bæði hevur lagt seg nakað, men á Facebook tykjast gravir at vera millum yngri kvinnuligar tónleikarar og eldri mannligar tónleikarar.

Hoyr alt kjakið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder