Uttanlands

Grønlendingar farnir at atkvøða

Stóri amerikanski áhugin fyri Grønlandi er orsøk til, at stórur altjóða áhugi er fyri valinum í dag

Veljararnir standa í stórum bíðirøðum í Godthaabshallen. Fremst sæst Kuno Fencker úr flokkinum Naleraq (Mynd: EPA)

Veljararnir standa í stórum bíðirøðum í Godthaabshallen. Fremst sæst Kuno Fencker úr flokkinum Naleraq (Mynd: EPA)

2025-03-11 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 9 í morgun, grønlendska tíð, lótu valhølini til eitt tað mest spennandi valið í Grønlandi í nýggjari tíð.

Í hvussu so er er áhugin og uppmerksemið fyri valinum ovurstórt frá útlendskum miðlum í ár, ikki minst orsaka av áhuganum frá nývalda amerikanska forsetanum at yvirtaka landið og lyfti hansara um at geve grønlendingum nógv meira ríkidømi og vælstand, enn teir nú hava.

Heilt stórir miðlar, so sum The Guardian, BBC, Aljazeera og CNN hava skrivað og gjørt metingar um valið, og danskir miðlar og føroyska Kringvarpið hava eisini fólk í Nuuk í hesum døgum.

[object Object]Múte B. Egede, sum hevur føðingardag í dag, saman við formanninum fyri Siumut, Erik Jenssen (Mynd: EPA)

Í eini samrøðu við DR sunnukvøldið tók Naalakkersuisut-formaðurin og floksformaðurin fyri IA, Múte B. Egede, frástøðu til signalini, sum eru komin úr amerikansku forsetaborgini í Washington.

- Tað, sum hendir í heiminum júst nú ørkymlar meg. At tað er ein heimsordan, sum ridlar, og kanska ein forseti í USA, sum er óútrokniligur og ger fólk ótrygg, segði hann millum annað í samrøðuni við DR.

Sermitsiaq skrivar, at aðrir politiskir leiðarar í Grønlandi eru komnir við líknandi fráboðanum.

Formansumfar var í kringvarpinum KNR í gjárkvøldið, og tá vórðu allir formenninir spurdir um Trump var til at líta á.

Bert Karl Ingemann frá lutfalsliga nýggja flokkinum, Qulleq, svaraði ja upp á spurningin. Hinir floksleiðararnir svaraðu noktandi við ein munn – Trump er ikki til at líta á.

Valið ger av, hvussu komandi stjórnin í Nuuk verður skipað, og í sambandi við tað verður eisini eitt av høvuðspunktunum, hvussu amerikanska fríggingin skal handfarast, skrivar Sermitsiaq í dag.

Flokkarnir, sum stilla upp til valið til Inatsiaartur eru Atassut, Demokraatit, IA, Naleraq, Qulleq og Siumut.

Myndirnar eru frá EPA tá valstaðið í Nuuk lat upp fyrrapartin. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder