Innanlands

Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið Sankta Jósefs

Í avtaluni stendur millum annað, at starvsfólkini halda fram í barnagarðinum

Kommunan hevur leingið leigað - nú er yvirtøkan formliga framd (Mynd: torshavn.fo)

Kommunan hevur leingið leigað - nú er yvirtøkan formliga framd (Mynd: torshavn.fo)

2025-03-11 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avtala er gjørd um, at Tórshavnar kommunan yvirtekur stovnin Sankta Jósefs. Hetta er gadandi  frá 1. mars 2025.

Hetta skrivar torshavn.fo.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Anna Rein vegna sjálvsognarstovnin Dagstovn Sankta Jósefs og Elsa Berg, borgarstjóri, skrivaðu undir.

Kommunan hevur við hesum eisini bundið seg til at gera ymiskar umvælingar, sum partarnir eru samdir um.

Avtalað er eisini, at starvsfólkini í barnagarðinum halda fram.

- Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á tí, og í juni í fjør góvust nunnurnar í Føroyum, tá Fransiskanarasystraskipanin varð tikin av. Tær hava havt kirkju, dagstovn og skúla í Havn og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey mongu børnini, ið hava verið hjá nunnunum.

Kommunan hevur leingi leigað Sankta Jósefs Barnagarð.

Myndir: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder