Uttanlands

USA og Ukraina samd um 30 daga vápnahvíld

Vápnahvíldin kann ikki setast í verk enn, tí Russland er ikki partur av samráðingunum

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky í Saudi Arabia í gjár (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky í Saudi Arabia í gjár (Mynd: EPA)

2025-03-11 18:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ukraina og USA eru blivin samd um alt fyri eitt at seta 30 daga vápnahvíld í verk. Tað hendir eftir dagsins fund í Saudi Arabia.

Hetta skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Vápnahvídlin kann tó ikki setast í verk enn, tí Russland er ikki partur av samráðingunum.

Partarnir eru eisini samdir um eina umfatandi avtalu um útvinning av Ukrainskum mineralum, stendur í yvirlýsing millum USA og Ukarina.

Uppskotið kemur sambært yvirlýsingini frá USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder