Innanlands

Ein koyrdi ávirkaður av rúsevnum í Leirvík

Í fjør vórðu fleiri tikin fyri hetta enn fyri rúsdrekkakoyring

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-03-12 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki so nógv á døgnrapportini hjá løgregluni, men seint í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður í Leirvík.

Illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum, og soeiðis sá út ti at vera.

Blóðroynd vrð tikin av bilførarum, sum eftir ølum at døma verður skuldsettur fyri rúsevniskoyring.

Vaktleiðarin á løgregustøðini í Havn staðfestir, at slíkt sær út til at hava yvirhálað rúsdrekkakoyring. Í fjør vóru fleiri málum rúsevniskoyring í Føroyum.

Tað skal tó takast við fyrivarni, at tað eisini kann snúgva seg um, hvat løgreglan og patruljur hava sjóneykuna á.

Annars hava patruljur verið úti við skúlar í vikuni og kanna um millum annað børn sita í trygdarbelti. Higartil sær gott út á hesum økinum staðfestir vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder