Mentan

- Dreymurin tikin frá mær í síðstu løtu

Dramatikkur tá Karl Weihe varð tveittur út av Paradise Hotel

(Mynd: Viaplay)

(Mynd: Viaplay)

2025-03-13 00:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ævintýrið er av - í øllum førum fyribils. Í partinum, sum bleiv tøkur í dag, var øgiligur dramatikkur tá komið var móti endanum.

Eitt sindur tilvildarliga standa Karl Weihe og Alex Doreng aftanfyri Alberte Buhl. Hetta orsakað av einum ketuspæli í hesari parveljingini.

Tey sum fylgja við í ársins Paradise Hotel ella tey, sum annars forvitnast her og á øðrum tíðindasíðum, vita helst, at Alberte Buhl og Karl Weihe hava verið par á hotellinum síðani fyrsta dagin.

Harvið tóktiskt valið púra greitt til áður nevnda gjørdist kensluborin.

Óvæntað valdi hon Alex Doreng til nýggjan partnara og tveitti harvið sandavágsmannin út.

Orsøkina sigur Alberte Buhl vera, at meginparturin av hinum luttakarunum hava vent Karl bakið, og at hon seinastu vikuna hevur sæð tekin um veikleikar hjá honum. Millum annað mundi hann sett tey bæði í keðiliga vandastøðu fyrr í vikuni.

Paradise Hotel nærkast í stórum finaluni, og tískil er ergriligt at rúka úr nú.

- Eg havi droymt um hetta og gjørt alt eg kann, og so verður tað tikið frá mær í síðstu løtu. Tað kennist ræðuligt, sigur Karl Weihe.

Um Karl Weihe kemur inn aftur, tað kundi eitt nú verið beint undan finaluvikuni, sum fer at nærkast má tíðin vísa.

Nýggir partar eru tøkir á Viaplay týsdagar, mikudagar og hósdagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder