Mentan

Havnin stuðlar átta filmsverkætlanum

Tórshavnar kommuna hevur latið eina millión krónur til filmsfekætlanir. Spælifilmurin "Island Fever" fekk mest í hesum umfari

2025-03-13 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við stuðulsmøguleika til film. Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at viðvirka til, at filmsvinnan verður ein enn meira týðandi vinnugrein. Ein millión krónur vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi vinnunevndin at stuðla átta filmsverkætlanum, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slag av filmi.

Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki við umboðum frá stjórnarskrivstovuni, mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita fylgjandi átta verkætlanum stuðul: 

  • Spælifilmurin "Island Fever", Kykmyndir: 300.000 krónur
  • Spælifilmurin "Verdandi", Natalie Holzel: 160.000 krónur
  • Stuttfilmurin "Undirgangur #1", Symphor Film: 150.000 krónur
  • Heimildarfilmurin "Rossið", Filmsvirkið: 100.000 krónur
  • Stuttfilmurin "Krámararnir", Sp/f Fixer: 100.000 krónur
  • Stuttfilmurin "Tað er ikki synd í mær", Hugmynd: 60.000 krónur
  • Dansistuttfilmurin "Vón", RAMMATIK: 60.000 krónur
  • Heimildarfilmurin "Menniskja", RVH Productions: 50.000 krónur

Hesar verkætlanir lúka allar treytirnar fyri stuðul. Umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar. Eisini vísti arbeiðsbólkurin á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar, og eru á tann hátt við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.

Nýtt umsóknarumfar verður eftir ætlan fyrst í komandi ári.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder