
Mitt í øllum rokanum í føroyska tónleikaumhvørvinum, hevur Herborg Torkilsdóttir eg eitt nýtt lag klárt, "Skendsil á nátt".
- Eg hugsi, at tónleikurin jú má liva víðari óansæð, og man má hanga í, um man vil broyta uppá hagtølini í KODA- jú meira vit kvinnur skriva, jú tættari koma vit uppá jøvn hagtøl...
- Huglagið er eitt sindur suðuramerikanskt, og vónandi verður tikið væl ímóti, Herborg Torkilsdóttir.
Hon hevur sjálv skrivað tekst og lag, og hevur framleitt saman við Daniel Kehlenbeck. Røddirnar hevur tónleikavinurin Terji Rasmussen tikið upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald