Innanlands

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum: Øll skulu kenna seg trygg

Landssjúkrahúsið fer at styrkja skipanina, har starvsfólk kunnu boða frá eitt nú sexismu, happing og øðrum trupulleikum á arbeiðsplássinum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-13 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum góðtekur á ongan hátt sexismu. Vit kunnu hvørki sum stjórar, leiðarar ella menniskju annars góðtaka, at nakar er fyri órøttum á Landssjúkrahúsinum, og tað harmar okkum almikið, at kvinnur, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, hava verið fyri sexistiskum atburði.” Tað er høvuðsniðurstøðan hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, tá hon eftirmetir miðlaumrøðuna seinasta mánaðin.  

Soleiðis skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðu síni í morgun.

Tað er netmiðilin Frihedsbrevet, sum í fleiri greinum og samrøðum hevur víst á sexistiskan atburð í sjúkrahúsverkinum, serliga í sjúkraflutningstænastuni. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til Frihedsbrevet um málið, men nú koma so viðmerkingarnar í einum longri innleggi á heimasíðuni sjukrahus.fo.

Sjúkrahúsverkið skrivar víðari:

Í hesum sambandi metir leiðslan, at tað er skilagott at styrkja fráboðanarskipanina. Móttøkan av fráboðanum frá starvsfólkum skal skipast innan greiðari karmar, og harumframt verður fráboðanarskipanin ætlandi víðkað við einari varskógvaraskipan, har starvsfólk ónevnd kunnu samskifta við Starvsfólkadeildina.

- Hóast eg í hesum meldrinum fyri einum mánaði síðani alment segði, at vit hava nøktandi mannagongdir á Landssjúkrahúsinum til at handfara trupul mál sum sexismu, so hava seinastu vikurnar víst, at tørvur er á einari betri fráboðanarskipan. Henda skipanin skal í størri mun lagast eftir tørvinum hjá viðkomandi, sum hevur eitthvørt viðkvæmt at siga við leiðsluna, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Ein onnur niðurstøða hjá leiðsluni er, at miðlaumrøðan hevur varpað ljós á týðandi viðurskifti, tí sexisma eins og happing og annað slíkt, sum er við til at bróta trivnaðin á Landssjúkrahúsinum niður, skal steðgast. 

Samstundis er tó neyðugt at fáa javnvág í miðlaumrøðuna, sum hevur verið ein blanding av faktuellum umstøðum og uppáhaldum um fráboðanir og innihald í fráboðanum.

- Samanumtikið tekur leiðslan øll mál um óhóskandi atburð, ið vit fáa kunnleika um, í størsta álvara, og vit viðgera tey eftir galdandi reglum. Øll mál eru ymisk við ymiskum avleiðingum. Tað er tó ein sannroynd, at leiðslan fær lutfalsliga fáar fráboðanir og nærum ongar, har fólk vilja leggja navn til, greiðir Steinar Eirikstoft frá.

Styrkt fráboðanarskipan

Tað er alneyðugt, at øll starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverkinum sum heild kenna seg trygg at boða leiðsluni frá, tá ið tey eru fyri órøttum. 

- Møguliga ræður ein mentan, har starvsfólk ikki ynskja at boða frá, og samstundis mugu vit sum leiðsla seta størri krøv til okkara leiðarar, at fráboðanir fara fram á rættan hátt, so málini kunnu handfarast so rætt og so skjótt sum til ber, sigur Steinar Eirikstoft. 

Leikluturin hjá leiðsluni skal altíð verða við virðing fyri báðum pørtum, tí um eitt starvsfólk skuldsetir eitt annað starvsfólk, so er neyðugt, at leiðslan hoyrir báðar partar á sakligum fyrisitingarligum grundarlagi. Tað er eins týðandi at halda hesa meginregluna innanhýsis á einum arbeiðsplássi sum úti í rættarsamfelagnum í síni heild.

Starvsfólk kunnu altíð venda sær til nærmasta leiðaran ella Starvsfólkadeildina, um tey ynskja at gera vart við eitt mál um t.d. sexismu ella happing. Tað er kortini tørvur á at skipa hesi viðurskifti á meira regluføstum grundarlagi, so at bæði leiðarar og partar í málinum eru tilvitað um, hvussu samskift verður um slík mál, og hvørji skjalprógv eru neyðug.

Harumframt kanna vit møguleikan at fáa sett eina varskógvaraskipan í verk. Við einari varskógvaraskipan kunnu tey, sum t.d. ynskja at boða frá sexismu, ónevnd samskifta skrivliga við Starvsfólkadeildina. Soleiðis hava tey møguleikan stillisliga at kunna seg nærri og umhugsa – meðan eingin kennir teirra samleika – um tey vilja fráboða. Í varskógvaraskipanini ber eisini til at vísa leiðsluni á mál, ið ein sjálvur ikki er partur av, og sum leiðslan kannar nærri.

Miðlaumrøðan týðandi – men skeiklað

Seinasta mánaðin hava tvey mál verið frammi í miðlunum um sexismu á Landssjúkrahúsinum. Hóast alment innlit er latið í málini, so heldur forstjórin í Sjúkrahúsverkinum seg til meginregluna um, at leiðslan ikki viðger starvsfólkamál í almenna rúminum.

- Miðlaumrøðan hevur havt týdning, tí sjálvandi skal tað bera til at viðgera mál um t.d. sexismu og happing á einum av landsins størstu arbeiðsplássum. Sum leiðsla ynskja vit ikki at viðgera ítøkilig persónsmál í fjølmiðlunum, og longu har skeiklast málið, um miðilin ikki hevur tað faktuella grundarlagið upp á pláss. Tað eru fleiri dømi um, at miðlaumrøðan seinastu vikurnar ikki er heilt røtt, sigur Steinar Eirikstoft.

Forstjórin harmast um, at leiðarar og Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum í miðlunum eru løgd undir at misrøkja sítt arbeiði. Hesum vilja vit vísa aftur. Okkara starvsfólk kunnu hava álit á, at vit gera tað, sum krevst av okkum. 

-Tað er neyðugt at gera greitt, at áðrenn málini vórðu umrødd í miðlunum, høvdu vit ongar formligar fráboðanir móttikið. Ein ónevnd fráboðan er tó latin, og hon eru kannað og viðgjørd, men tað er avmarkað, hvørjar fylgjur slíkar fráboðanir hava við sær, sigur Steinar Eirikstoft.

Hann vísir á, at leiðarar hava eggjað starvsfólki at leggja navn til fráboðanir. Tó hava tey, sum leiðslan hevur vent sær til, ikki ynskt hetta, og tí eru ongar fráboðanir komnar burturúr. Nevnast kann eisini, at hóast nógv prát, lat eingin Starvsfólkaleiðaranum tilfar at brúka í hesum málunum viðvíkjandi sexismu.

- Vit vilja gera alt fyri at taka um rótina á hesum trupulleikum, tí á Landssjúkrahúsinum skulu starvsfólk trívast bæði saman við hvørjum øðrum, sjúklingum og avvarðandi, staðfestir Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder