
Týskvøldið var frumframførsla av heimildarfilminum “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda”. Filmurin varð vístur fyri einum fullsettum sali hjá Nordatlantiske Filmdage í Keypmannahavn – og tað bleiv eitt kvøld, sum tey uppmøttu helst seint fara at gloyma.
Í filminum fylgja vit tónleikaranum Róin Siggertsson, sum flytir heim aftaná næstan 30 ár í Danmark. Ein persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, um at blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin.
Filmurin bleiv sera væl móttikin til frumsýningina týskvøldið. Aftan á sýningina komu leikstjórin Pætur H. Evensson og framleiðarin Jón Hammer á pallin, har teir svaraðu spurningum um filmin. Eisini greiddi Róin Siggertsson sjálvur skemtiliga frá, hvussu tað var at blíva fylgdur við einum kamera í yvir trý ár.
Sum eitt eyka yvirraskilsi setti Róin Siggertsson seg við klaverið og spældi trý av sínum egnu løgum. Ein autentisk og innilig framførsla, og ein heilt serligur endi upp á eitt stórt premierukvøld, har áskoðararnir veruliga blivu forkelaðir.
- Hugtakandi, rørandi, stuttligur og sterkur
Birgir Thor Møller, samskipari av Nordatlantiske Filmdage, sigur soleiðis um filmin og kvøldið:
– Pætur hevur gjørt ein hugtakandi, rørandi, stuttligan og sum heild sera sterkan film um sangaran og menniskjað Róin, sum jú hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Og Róin er ikki bara ein generøsur høvuðspersónur, sum fortelur opið um sínar upp- og niðurtúrar – hann syngur eisini á ein hátt, sum rørir teg djúpt og fær teg at steðga á. Og tað púra greitt fyri meg, at allur salurin bleiv ávirkaður av filminum.
– Sikken eitt kvøld, sikken ein premiera, sikken ein filmur. Ja, eg eri bæði sera glaður og ekstremt stoltur av, at toymið handan filmin valdi at leggja premieruna á Nordatlantiske Filmdage, sigur Birgir Thor Møller.
Pætur H. Evensson, leikstjóri, og Jón Hammer, framleiðari, eru eisini sera glaðir fyri góðu móttøkuna.
Filmurin er kliptur av Gorm Just, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Ein stórur partur av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum.
Filmurin verður sýndur aftur 15. mars kl. 16.30 í Øst for Paradis í Århus, 16. mars kl. 13.30 í Biffen í Aalborg og 16. mars kl. 20 til Nordatlantiske Filmdage.
-
-
-
Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður Føroya til Keypmannahavnar
-
Jón Hammer, Róin Siggertsson og Pætur H. Evensson
-
Pætur H. Evensson, filmsleikstjóri
-
Birgit Thor Møller og Róin Siggertsson
-
RÓIN settist við klaverið eftir sýningina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald