Mentan

Eitt av Føroya mest sermerktu yrkingasøvnum endurprentað

Libido hjá Johan (HOT) Mortensen hevur ikki verið at fáa í umleið 50 ár. Nú eru 200 eintøk prentað, og nýggja útgávan verður løgd fram týskvøldið í Sirkus

Savnið frá 1972 varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum

Savnið frá 1972 varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum

2025-03-13 20:16 Author image
Innsent
placeholder

- Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu, skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið "Libido" eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972  á egna forlagið høvundans, Semper Ardens.

Handan forlagið og handan navnið HOT fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen.

28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa. Og leitaði tú eftir náttúrulýsingum í hesum yrkingunum, var ikki nógva at finna, bara vendingar sum "veldigt veður blam de lam / lekkirt landslag blam de lam".

- Libido var - og er framvegis - tað mest sermerkta og "øðrvísi" yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga "underground"- og kult-yrkingasavn.

[object Object]

Sumt í savninum kann kanska sigast vera "barn av síni tíð", men barnið er kompromisleyst, og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina.

Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum, og hevur verið útseld í gott 50 ár.

Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide, bókavørði og forleggjara, við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti. Tað er við eftirorði eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara.

Hendan nýggja útgáva verður løgd fram í Sirkus í Vágsbotni í Havn týskvøldið 18. mars klokkan 20.00. Har fer Bergur Djurhus Hansen at siga nøkur orð, og møguligt verður at ogna sær hesa nýggju útgávuna - afturvið tónleiki frá umleið 1970.

Libido, 2. útgáva, verður at fáa í bókabúðunum frá mikudegi 19. mars. Hon er prentað í 200 eintøkum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder