Innanlands

Nýggj veljarakanning: Fólkaflokkurin og Sambandið hava framvegis meiriluta

Nú ein ársfjórðingur er farin av øðrum helmingi av hesi løgtingssetuni, kunnger Portalurin enn eina veljarakanning

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum í nýggjastu kanningini hjá Portalinum fær níggju tingsessir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum í nýggjastu kanningini hjá Portalinum fær níggju tingsessir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-15 07:30 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Enn er einki, sum bendir á, at tað fer at eydnast sitandi landsstýrissamgongu at varðveita valdið í Tinganesi eftir komandi løgtingssval.

Nú ein ársfjórðingur er farin av øðrum helmingi av hesi løgtingssetuni, hevur Spyr.fo gjørt enn eina veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin.

Og nýggjastu tølini peika framvegis á, at tað verða flokkarnir, sum í løtuni sita í andstøðu á løgtingi, sum fara at vinna næsta løgtingsval við Fólkaflokkinum sum størsta flokki.

[object Object]

[object Object]

Fólkaflokkurin stendur nú til at fáa 27 prosent av atkvøðunum, sum er 8,1 prosentstig meira enn á løgtingsvalinum í desember 2022. Men eitt vet minni enn til seinastu veljarakanning hjá Portalinum.

Harvið vinnur Sambandsflokkurin eisini eitt sindur inn aftur á Fólkaflokkin. Sambandsflokkurin stendur í kanningini at vera næststørstur við 23,8 prosentum, sum er ein framgongd á 3,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið. Hetta er eisini ein framgongd í mun til seinastu veljarakanning, so munurin á teimum stóru borgarligu flokkunum nú er á 6,4 prosentum.

Stóru borgarligu flokkarnir hava sostatt framvegis meiri helmingin av atkvøðunum og meiriluta á tingi, um valskuldi verið nú.

Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder