
Seinastu fimm dagarnar hava umfatandi mótmæli verið í Turkalandi í kjalarvørrinum á handtøkuni á borgarstjóranum í Istanbul, Ekrem Imamoglu, og turkiska løgreglan hevur handtikið yvir 1.100 fólk í hesum sambandi.
Tað upplýsir turkiski innlendismálaráðharrin, Ali Yerlikaya á X.
Hann skrivar, at 1.133 fólk eru afturhildin og undir illgruna í sambandi við "ólógligt virksemi framt millum 19. og 23. mars".
Millum tey handtiknu eru "einstaklingar við tilknýti til 12 ymiskar yvirgangsfelagsskapir", sigur hann.
Tað er ógreitt, hvussu nógv framvegis eru afturhildin av myndugleikunum, og hvussu nógv av teimum standa til at verða rættarsøkt.
Felagsskapurin MLSA boðar frá, at tíggju turkiskir journalistar, harímillum eitt myndafólk frá tíðindastovuni AFP, eru handtikin í heimi teirra í dag fyri at dekka mótmælini, skrivar Ritzau.
Borgarstjórin í Istanbul varð handtikin mikudagin, og sunnudagin avgjørdi ein dómstólur at varðhaldsfongsla hann, og síðani varð hann koyrdur frá sum borgarstjóri.
Imamoglu er m.a. undir illgruna í einum máli um mutur. Stuðulsfólk hansara halda, at skuldsetingarnar móti honum eru politiskt motiveraðar.
Les eisini: Turkaland: Fongslaður borgarstjóri verður forsetavalevni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald