Uttanlands

Russland: ST við í nýggjum samráðingum um vápnahvíld í Ukraina

Russland og USA hava havt eitt jaligt samskifti í Saudiarabia, sigur russiskur senatorur – USA og Ukraina halda fram at samráðast í dag

Russiska sendinevndin fer av Ritz-Carlton-gistingarhúsinum í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh (Mynd: EPA)

Russiska sendinevndin fer av Ritz-Carlton-gistingarhúsinum í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh (Mynd: EPA)

2025-03-25 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ST og fleiri lond verða partur av komandi samráðingum um vápnahvíld í Ukraina.

Tað sigur russiski senatorurin, Grigorij Karasin, sum er partur av russisku sendinevndini, sum í gjár hittu umboð úr USA í Saudiarabia.

– Vit halda fram, og altjóða samfelagið verður tikið við, fyrst og fremst ST og einstøk lond.

Einki verður sagt um, hvørji lond talan verður um.

Á seinasta fundinum millum Russland og USA í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, høvdu partarnir eitt jaligt samskifti, sigur Karasin sambært Ritzau.

Alt varð umrøtt. Tað var eitt spent og avbjóðandi samskifti, men tað var sera gagnligt hjá okkum og amerikanarunum. Nógvir trupulleikar vórðu umrøddir, sigur hann.

Ein ónevnd russisk kelda sigur, sambært tíðindastovuni Reuters, at ein felags fráboðan frá russum og amerikanarum kemur í dag.

Sambært Hvítu Húsunum hava samráðingarnar við Russland snúð seg um eina vápnahvíld í Svartahavi.

Samráðingar við Ukraina halda fram
Ukrainskar keldur upplýsa sambært altjóða miðlum, at samráðingar millum umboð úr Ukraina og USA halda fram í dag.

Á skránni er ein avmarkað vápnahvíld viðvíkjandi orkuundirstøðukervi og Svartahavið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder