Innanlands

Prutlførari fluttur á Landssjúkrahúsið

Týsmorgunin var eitt ferðsluóhapp í Miðvági

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-26 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 8.30 í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Miðvági.

Talan var um ein samanstoyt millum ein bil og eitt prutl.

Á prutlinum var ein tannáringur, og hann hevur møguliga fingið onkrar skaðar. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst fekk bilførarin ongan skaða.

Staðfest var, at prutlið kundi koyra munandi skjótari, enn loyvt er, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder