Uttanlands

Amerikanarar á veg úr Nuuk

Eitt Hercules-flogfar við amerikonskum bilum og ferðafólki er á veg úr grønlendska høvuðsstaðnum – Ætlanirnar eru broyttar, og skal amerikanska varaforsetafrúan ikki vitja í Nuuk og Sisimiut kortini

(Mynd: Sermitsiaq)

(Mynd: Sermitsiaq)

2025-03-26 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanarar, sum lendu í Nuuk sunnukvøldið, eru í morgun ávegis aftur til USA.

Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at eitt amerikanskt Hercules-flogfar er í ferð við at fara av flogvøllinum í grønlendska høvuðsstaðnum.

Fleiri skottryggir bilar verða koyrdir umborð saman við fleiri ferðafólkum. Helst er talan um ferðalagið, sum skuldi fyrireika vitjanina hjá amerikonsku varaforsetafrúuni, Usha Vance seinni í vikuni.

Sunnukvøldið lendu tvey amerikonsk Hercules-flogfør í Nuuk. Umborð vóru fýra skottryggir bilar og fólk, sum skuldu hjálpa til undir vitjanini.

Sunnukvøldið lendi eitt flogfar hjá Atlantsflogi eisini í grønlendska høvuðsstaðnum við donskum løgreglufólkum í sambandi við ætlaðu vitjanina hjá amerikanarum.

Les eisini: 60 donsk løgreglufólk við Atlantsflogi til Nuuk

Ætlanin var, at Usha Vance saman við m.ø. amerikanska trygdarráðgevanum, Mike Waltz, og amerikanska orkumálaráðharranum, Christ Wright skuldi vitja í m.a. Nuuk og Sisimiut, men nú er boðað frá, at ætlanirnar eru broyttar.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance fer við konuni til Grønlands, og skal amerikanarar í staðin vitja herstøðina Pituffik Space Base. Tað er enn ógreitt, um Mike Waltz og Chris Wright framvegis luttaka í vitjanini.

Les eisini: Amerikanski varaforsetin eisini til Grønlands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder