
Herfyri varð Frans pávi útskrivaður av Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevði verið innlagdur í fimm vikur.
Undir innleggingini stríddist pávin m.a. við lungnabruna í báðum lungum, og støðan gjørdist so hættislig, at læknar umhugsaðu at steðga viðgerðini og geva honum frið.
Tað sigur Sergio Alfieri, leiðari fyri læknatoymið, sum tók sær av 88 ára gamla pávanum sambært Reuters.
– Vit máttu velja, um vit vildu steðga har og loyva honum at doyggja, ella fara víðari við øllum møguligum viðgerðum og harvið koma í vanda fyri at skaða onnur gøgn, sigur hann.
At enda valdu tey tað seinna, og sum kunnugt batnaði støðan hjá pávanum, og hann varð útskrivaður sunnudagin. Pávin er tó enn ikki heilt frískur, og næstu tveir mánaðirnar skal hann hvíla seg í Vatikaninum.
Les eisini: Nú er Frans pávi útskrivaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald