
Um vikuskiftið er tiltakið, sum seinastu árini hevur savnað bluesáhugað fólk í Reinsarínum, aftur á skránni.
Blues Perlan verður leygarkvøldið 29. mars klokkan 19.
– Hvør einasta framførsla er ein smakkiroynd av blues himmalinum. Sum ein klassa tónleikabuffét, har bara tað besta er gott nokk. Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í eitt heilt ár, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Bólkarnir, sum fara at framføra hesa ferð, eru Næturljóð, Terji Krossteig, The Crosswind Band, Uni Debess & The Tomcats, og Froðbiar Sóknar Blues Orkestur.
– Um tú vilt uppliva eitt kvøld, har tú ikki bara hoyrir blues, men eisini merkir og livir blues – so er Blues Perlan rætta staðið fyri teg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald