Mentan

Stella Polaris 2025 – byrjar í morgin

Hundrað gávurík børn og ung fara at kappast í tónleiki hesar komandi dagarnar

Andrias Blaasvær, violinleikari, sum vann Stella Polaris í 2023

Andrias Blaasvær, violinleikari, sum vann Stella Polaris í 2023

2025-03-26 15:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, hósdagin 27. mars, fer klassiska tónleikakappingin Stella Polaris av bakkastokki í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Kappingin, sum heldur fram til leygarkvøldið, savnar yvir 100 ungar evnaríkar tónleikarar úr øllum Føroyum.

Skráin fyri tríggjar spennandi dagar er full av framførslum, har luttakararnir fara at kappast í fýra ymiskum aldursbólkum. Teir ungu tónleikararnir fara at framføra síni vandu verk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við fimm dugnaligum dómarum.

Ókeypis atgongd er til framførslurnar. Tó ber bert til at koma inn í Hátún í ásettu pausunum. Sí nágreiniliga skrá her.

Byrjað verður hósdagin við teimum yngstu bólkunum. Klokkan 9 spælir bólkur 1, sum er børn upp til 11 ár og telur 32 luttakarar.

Klokkan 14 framføra børnini í bólki 2, sum eru millum 12 og 15 ár. Tey eru 29 í tali.

Fríggjadagin er so túrurin komin til bólk trý, sum eru tey millum 16 og 19 ár. 29 eru tilmeldað í hesum bólkinum. Tey byrja at framføra klokkan 9. Klokkan 18.30 verða virðislønirnar fyri bólkarnar 1, 2 og 3 avdúkaðar og handaðar.

Leygardagin eru tað so tey elstu, bólkur 4, sum kappast – tað eru tey ungu millum 20 og 24 ár. Byrjað verður klokkan 11 við eini orgulframførslu í Hoyvíkar kirkju.

Klokkan 12.30 heldur kappingin fram í Hátúni. Klokkan 18 leygarkvøldið verða virðislønirnar handaðar. Vanligt er, at vinnarin í elsta bólkinum sleppur at vera solistur í eini framførslu saman við Føroya Symfoniorkestri.

Teir 10 luttakararnir í elsta bólkinum eru:

  • Ari Hammer Joensen
  • Hjalti Vang Sámalsson
  • Rebekka Lindudóttir Olsen
  • Turið Andreasen
  • Rita Ljósheim
  • Beinta Ingeborg Greve
  • Ester Reinert Hansen
  • Jákup Tórgarð
  • Dan Eyðun Karbech Saxov
  • Elin Rasmussen

Hesi eru dómarar í ár:

  • Anna Klett – høvuðsdómari
  • Jákup Lützen – umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking
  • Jósef Zachariasen – umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla
  • Monika Stauss Joensen – umboð fyri Føroya Symfoniorkestur
  • Andras Sólstein – umboð fyri áhoyrararnar 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder