Uttanlands

- Amerikanski áhugin fer at halda fram

Danski statsministarin roknar ikki við, at amerikanarar fara at gevast við at vísa sín áhuga fyri Grønlandi. Varaforsetahjúnini vitja í Pituffik í morgin

Mette Frederikssen (Mynd: EPA)

Mette Frederikssen (Mynd: EPA)

2025-03-27 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette Frederiksen, statsministari, kallar áhaldandi amerikanska áhugan fyri Grønlandi fyri eina “trupla støðu”.

Tað gjørdi hon í eini longri boðum á Facebook í gjár undan vitjanini hjá amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance, fríggjadagin á hernaðarstøðini Pituffik í Norðurgrønlandi.

- Ein støða, sum fer at bylgja aftur og fram – kanska í langa tíð, skrivar Mette Frederiksen, og vísir á, at áhugin hjá Trump ikki fer at minka og tað er tí, at hann aftur og aftur endurtekur ynski sítt um at fáa valdið í Grønlandi.

- Mær dámar ikki at siga tað, men vit eru noydd til at hava Grønland, segði amerikanski forsetin í eini samrøðu við podvarpsvertin Vince Coglianese.

Her varð Trump spurdur um, hvat ørindini hjá Vance varaforseta og konu hansara í Grønlandi fríggjadagin eru.

- Tey skulu bera boðini um, at vit hava brúk fyri Grønlandi fyri altjóða trygd. Okkum tørvar tað, endurtók Trump.

Mette Frederiksen segði í gjár, at tað er eitt ‘óakkesptabult trýst’, at Usha Vance saman við trygdarráðgevanum skuldu vitja Grønland. Síðan varð vitjaanin broytt, so at hon nú einans verður til amerikansku herstøðina, sum fyrr kallaðist Thulebasan.

- Skulu vera høvist, men avgjørd

Sambært Mette Frederiksen virkar USA “sambært egnum ynskjum”.

- Tey vita fullvæl, at Grønland ikki er til sølu. Tey vita, at Grønland ikki ynskir at gerast partur av USA. Tey boðini eru send bæði beinleiðis og alment, skrivar statsministarin á Facebook.

Hon skrivar víðari, at ymsar útsøgnir úr Danmark ikki broyta grundleggjandi upp á hesa støðu.

- Vit skulu vera høvisk, men avgjørd. Vit skulu vísa í orðum og gerðum, at vit ikki eru einsamøll. Og so skulu vit framhaldandi rætta hondina fram til samstarv, verður sagt.

Mette Frederiksen endar langa uppslagið á Facebook við eini heilsan beinleiðis til grønlendska fólkið.

- Uppmerksemið er ovurstórt, og trýsti er stórt. Men tað eru í tíðum sum hesar, at ein vísir hvat ein eg gjørdur úr. Tit lata tykkum ikki kúga. Tit hava staðið við tykkara – og víst hvørji tit eru og hvat tit standa fyri. Tit hava mína djúpastu virðing, skrivar Mette Frederiksen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder