
Leygardagin reyða, 19. apríl verður stórur fagnaðardagur í Nólsoy, har nógv spennandi og stuttligt er á skrá.
Nýggja Ovasavnið verður tikið í nýtslu kl. 13. Savnið, ið nólsoyingar saman við nógvum ótróyttiligum hondum, hava savnað pening og hjálpt til at fáa bygt. Ovasavnið kemur at standa sum ein flottur varði, yvir søguna um Ova Joensen og tað stóra bragdi, hann gjørdi tá hann róði aðru fer úr Tórshavn til Hetlands og triðju og seinastu fer, tá tað eydnaðist honum, at rógva úr Nólsoy til Keypmannahavnar at kyssa havfrúna á Longulinju.
Á savninum hendan dagin bjóða, vit ókeypis kaku og kaffi. Eisini verður okkurt spennandi til børnini.
Á degnum verður eisini tann vælumtókta páskareggjaveiðan fyri børn og barnsligar sálir, ið sjórænararnir í Nólsoy skipa fyri. Sjórænararnir eru í sera góðum hýri, eftir at verða fríkendir í Føroya Rætti, tí leggja teir tilsamans 1000 egg runt í bygdini, og klokkan 14 lova teir teimum fyrstu avstað á veiðuna. Klokkan15 er seinna rundan. Tað plagar at verða ógvuliga stuttlig at síggja øll tey spentu børnini og vaksnu renna runt um alla bygdina.
Klokkar 16 byrjar stOvestónar, har 10 tónleikarar framføra í 10 ymsikum stovum, tilsaman verða 20 framførslur, í teimum hugnaligu stovunum, summar størri og aðrar minni. Tað er ein uppliving, tá tú gongur í túnunum í Nólsoy, frá stovu til stovu.
Tónleikarnir verða Benjamin Petersen, Anfinn Nielsen, Steintór Rasmussen, Simona Paula, Daniel Gomez, Sigmund, Maria og Leo, ASA, Marianna Winther og Ragnar Finnson og Spælimennirnir í Nólsoy. So her verður okkurt til einhvønn.
Atgongumerki er at fáa á Maggies.fo.
Á degnum nýtist eingin at ganga svangur í Nólsoy, tí Ungmannafelagið Royndin og Harraklubburin selja pylsur og toast í Royndarhúsinum og Ovasavnið selur fiskasuppu í tjaldinum uttan fyri Ovasavnið.
Teistin siglir eyka túrar: úr Havn kl. 13.30 og 14.30, umframt at Westvard Ho siglir úr Havn kl. 11 og úr Nólsoy kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald