Uttanlands

Musk: Tollurin ávirkar prísin á Tesla-bilum

Donald Trump ráðførdi seg ikki við Elon Musk áðrenn fráboðanina um eyka toll á útlendskar bilar. Musk kann hava eitt áhugamálsstríð

Elon Musk á stjórnarfundi í Hvítu Húsunum fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

Elon Musk á stjórnarfundi í Hvítu Húsunum fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

2025-03-27 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ovasti stjórin fyri Tesla, Elon Musk, heldur, at nýggi amerikanski tollurin á útlendskar bilar, fer at fáa ávirkan á stóra framleiðaran av elbilum.

Tað skrivar hann á sosiala miðli sínum, X.

- Fyri at gera tað greitt, fer tað av ávirka prísin á pørtum av Tesla-bilum, sum koma úr øðrum londum. Kostnaðarávirkanin er ikki týdningarleys, stendur í dagføringini.

Hendan var eitt svar upp á eitt filmsbrot, har amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at innføra 25 prosent toll á allar bilar, ið verða framleiddir uttan fyri USA.

Tað kunngjørdi hann á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum mikukvøldið. Her segði Trump, sambært Reuters, at tollurin ikki fór at fáa týdning fyri Tesla.

- Tað kann ongan týdning fáa ella tað verður betri. Hann (Musk, -red.) hevur eina stóra verksmiðju í Texas og eina stóra verksmiðju í Kalifornia. Og øll, sum hava verksmiðnur í USA – tað verður gott fyri tey, segði Trump, sambært Ritzau.

Trump legði afturat, at Musk ikki hevur tosað við Trump um málið, tí “hann kann hava eitt áhugamálsstríð”.

- Hann hevur aldri biðið meg um eina tænastu, segði Trump um Musk á tíðindafundinum.

Elon Musk er millum ovastu ráðgevarar forsetans, og hevur fyrr latið 290 milliónir dollarar við tí endamáli at fáa republikanaran aftur í Hvítu Húsini. Tað eydnaðist Trump at verða afturvaldur, og hann hevur síðan 20. januar sitið sum amerikanskur forseti.

Musk er framvegis ovasti stjóri í sínum fyritøkum, herundir SpaceX og Tesla, men hann stendur eisini á odda fyri ein nýggjan stovn, Doge, hvørs uppgáva er at effektivisera og minka um amerikansku stjórnarumsitingina.

Sambært Bloomberg News kann nýggi tollurin raka bilainnflutningin við einum virði á 240 milliardir dollarar.

Serliga Meksiko, sum í fjør seldi bilar og billutir fyri 78 milliardir dollarar til USA, verður rakt. Eftir Meksiko liggur Japan við 39,7 milliardum dollarum um árið, og Suðurkorea við 36,6 milliardum dollarum. Síðan koma Kanada og Týskland.

Tollurin kemur í gildi 3. apríl klokkan 04.01 føroyska tíð.

Eftir fráboðanina frá Trump fullu virðisbrøvini hjá ameikansku bilaframleiðarunum. Ford fall 0,8 prosent, General Motors 4,2 og Stellantis 3,9 prosent.

Undan fráboðanini hjá Trump var Tesla partabrævið minkað við 5,6 prosentum. Sambært MarketWire, er hetta orsaka av ótta fyri fleir tollhækkingum frá Trump, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder