
Nú er avgjørt, hvør fært Listaflog-stuðulin hjá Atlantic Airways í 2025.
Úrvalsnevndin hevur í ár valt at býta stuðulin, sum tilsamans er 125.000 kr, í tveir partar.
75.000 krónur verða latnar rithøvundanum Kim Simonsen til bøkur og bókmentir.
- Kim Simonsen er ein av okkara virknastu og mest viðurkendu rithøvundum, sum hevur ment seg nógv seinastu árini. Hann verður týddur til nógv ymisk mál og stendur á gáttini til eitt altjóða gjøgnumbrot, sigur úrvalsnevndin m.a. í grundgevingini.
(Mynd: Thomas Koba)
Rithøvundurin hevur fingið fleiri viðurkenningar, eitt nú M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, og í fjør varð hann tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ‘Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’.
- Umframt sjálvur at vera virkin, hevur Kim Simonsen stóran týdning fyri føroyskar bókmentir við forlagnum Eksil. Eisini hevur hann í nógv ár skipað fyri bókmentatiltakinum á G! Festivalinum og nú seinast bókmentafestivalin ‘Faroe Islands International Literary Festival’. So sigast kann ikki annað enn, at Kim Simonsen hevur ein stóran og týðandi leiklut, tá ið tað kemur til føroyskar bókmentir.
Kim Simonsen fegnast sum vera man um stuðulin.
- Eg vil takka Atlantic Airways og nevndini í Listaflogi. Játtanin fer til bøkur, ið vónandi kunnu víðka føroysku yrkinga- og skaldsøgusiðvenju. Í míni seinastu bók vóru vit á eini gonguferð millum yvirsæddar og hóttar lívsformar, har alt byrjar og endar, í havinum. Tað snýr seg um gera hesar bøkur betri, so at tær kunnu koma út altjóða og natúrliga eru á altjóða støði, m.a. við ritstjórn, týðing og útgávuvirksemi, sigur Kim Simonsen m.a. og heldur fram:
- Týðingar, altjóða tíðarrit og antologiir uttanlands hava latið hurðar upp fyri meg seinastu árini. Herfyri kom eg út í Italia, skjótt í Ungarn, Danmark, USA og Norðurmakedónia og vónandi Svøríki, Týskland og Noreg eisini skjótt. Tað, sum er avgerðandi er, at Listaflog gevur mær bæði samanhangandi tíð at arbeiða, og at eg kann arbeiða saman við mínum netverki uttanlands, so at eg eisini kann vera við til at menna føroyskar bókmentir á vónandi fleiri økjum samstundis.
50.000 kr til dansiverkætlan
Dansivirkið RIVA fær 50.000 kr úr Listaflogi á hesum sinni. Peningurin fer til verkið Rýtmugrafi, sum er eitt samstarv millum dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensamble.
- Dansivirkið RIVA hevur seinnu árini traðkað nýggjar rásir í listaliga umhvørvinum í Føroyum við fleiri spennandi verkætlanum. Tey hava av álvara gjørt um seg við fleiri spennandi dansisýningum og sett dagsskránna í modernaðum dansi í Føroyum. Vert er at bíta merki í, at verkætlanin, ið verður stuðlað, er eitt áhugavert tvørlistaligt samstarv við Føroya Slagverks Ensemble. Slagverk mynda ofta bakgrundina í tónleikaframførslum, men í hesi verkætlanini fáa slagverk ein týðandi og spennandi leiklut í framførsluni, sigur úrvalsnevndin millum annað um orsøkina til, hví júst Dansivirkið RIVA fær stuðul úr Listaflogi.
Tað eru Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Árting og Búi Rouch, ið eru høvuðspersónarnir í Dansivirkinum RIVA. Tey eru gleðast um Listaflog-stuðulin, sum er týdningarmikil fígging fyri at kunna fullføra verkætlanina.
- Verkið Rýtmugrafi, sum Listaflogstuðulin skal brúkast til, kannar samspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligar miðlar í einum pallverki. Tað er leitanin eftir einum felags sereyðkenni, einum felags pulsi hjá bæði tónleikarum, dansurum og áskoðarum. Hesin pulsurin í rúminum verður við til at skapa eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í. Tað er hesa grundkenslu vit ynskja at raka, tá ið áskoðararnir traðka inn í høllina í Norðurlandahúsinum, siga tey trý í Riva.
Verkið verður eftir ætlan pallsett tann 29. og 30. novembur 2025.
- Rýtmugrafi er liður í okkara langtíðarætlan um at víðka um fatanina av dansi í einum samtíðarlistahøpi og at gera dans til ein størri og meiri rótfestan part av føroyska listalandslagnum, umframt at varpa ljós á og granska spennandi møguleikarnar í tvørlistaligum samstørvum millum føroysk listafólk. Sostatt er stuðulin frá Atlantic Airways ein týdningarmikil liður í at gera okkara visjón fyri føroysku dansilistina til veruleika.
Í úrvalsnevndini í ár sita annars Jørgen Meitilberg fyri Almanna- og mentamálaráðið, Jóhan Martin Christiansen fyri Listafólkasamband Føroya og Esther Dahl fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
Hetta er sjeynda ferðin, Listaflog verður latið. Stuðulsskipanin varð upprunaliga sett á stovn, tá ið flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum.
Tey, ið áður hava fingið stuðulin eru: Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen (2017), Heiðrikur á Heygum (2018), Sunleif Rasmussen, Greta Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019), Kristina Thede Johansen (2022) og Brimheim (2023) og Gunnvá Zachariasen (2024).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald