Uttanlands

Havnin í Lerwick lívæðrin í samfelagnum

Risastóra havnin í hetlendska høvuðsstaðnum er sjálv lívæðrin í Hetlandi

Føroyska ferðalagið við landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen á odda á vitjan í havnini í Lerwick herfyri. Myndir Jan Müller

Føroyska ferðalagið við landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen á odda á vitjan í havnini í Lerwick herfyri. Myndir Jan Müller

2025-03-28 14:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Allir vegir føra til Rom verður oftani mælt. í Hetlandi siga tey, at allir vegir føra til Lerwick, sum bæði er høvuðsstaður og so eisini lívæðrin í tí vaksandi vinnulívinum. Hetta mátti føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen sanna, tá tað vitjaði grannaoyggjarnar herfyri.  Hetlendingar hava valt at miðsavna nógv av virkseminum í oyggjunum á einum stað, nevniliga í tí risastóra havnaøkinum í Lerwick. Her kemur alt tað, sum fólkið og vinnulívið hava brúk fyri í land, og higani verða tær mongu vørurnar, sum halda lív í hetlendska búskapinum, útfluttar. Áhugavert er at samanbera tann týdning nærum ein havn í Hetlandi hevur í mun til tær mongu í Føroyum. 

[object Object]Roynt verður at útvega stóru fiskiførunum landsstreym.

Forstjórin í Lerwick Harbour,  Calum Grains, sum tekur ímóti føroyska ferðalagnum, dylur ikki fyri, at stórt trýst er á nærum allar dagar í árinum, nú mest sum alt góðs fer um havnina í Lerwick. Tað er sera avmarkað, hvat kann fara umvegis flogvøllin í Sumburgh, tí vøllurin er ikki gjørdur til størri flogfør.  

Umframt at hýsa fiskmamarknaði til bæði botnfisk, pelagiskan fisk, aldan fisk og skeljafisk, so bjóðar havnin eisini uppá atløgubryggjur og goymslupláss og goymslubygningar til nógv annað virksemi tað veri seg innan ferðavinnuna, olju- og gassvinnuna og decommissioning vinnu og sjógætisvinnuna.  Nógv verður gjørt burtur úr at rudda slóð fyri tí nógva virkseminum í havnaøkinum og sum nakað av tí nýggjasta hevur havnamyndugleikin gjørt íløgur í landstreym, í fyrstu atløgu til tey stóru pelagisku fiskiskipini. Hetta er gott fyri umhvørvið, nakað, sum tey í Hetlandi eisini raðfesta høgt.

[object Object]

Enn ein vinna, sum hetlendingar vænta nógv av, hóast inntøkurnar hava verið avmarkaðar, eru mongu stóru Cruiseskipini, sum koma til Lerwick á hvørjum ári. Roknað verður við methøgum tali í ár. 

[object Object]Mangan er trongligt at fáa flutningin at koyra

Havnaøkið í Lerwick verður so eisini brúkt til at hýsa nógva tilfarinum, sum verður brúkt í grøna orkuskiftinum, her serstakliga ymsu lutirnir til bæði vindmyllur á landi og vónandi í framtíðini eisini til havs. Hesar krevja stórt goymslupláss. Tað máttu hetlendingar eisini sanna, tá risastóra vindmylnulundin Viking við 103 vindmyllum varð sett upp. Nú verður so bíðað eftir komandi innrás av havvindmyllum, sum skulu flyta Hetland enn longur fram í grøna orkuskiftinum. 

So tað er greitt, at tey 50 starvsfólkini í havnini hava nokk at síggja til. Hóast olju- og gassvirkemið, sum hevur vart í skjótt fimti ár, fyllur minni í dag, so fevnir tað kortini um 25% av inntøkunum. Her er bæði talan um framleiðsluna av olju og gassi vestan- og eystan fyri Hetland. Stórur partur av oljuni og gassinum verður uppskipað í Sullom Voe, sum liggur ikki so langt frá Lerwick.

Í løtuni verður arbeitt við at gera hesa stóru olju- og gasshavnina til ein framtíðar grønan orkuhub tvs. at fara undir framleiðslu av vetni og seinni ymsum brennievnum. Haraftrat verður eisini tosað um CCS, fangan og goymslu av CO2. So hetlendingar vilja vera vera partur av grøna orkuskiftinum um somu tíð sum teir eisini vilja halda lív í olju- og gassframleiðsluni. 

[object Object]

[object Object]Stórar íløgur verða gjørdar í havnina í Dales Voe uttanfyri Lerwick, eitt nú verður keiin styrkt til at kunna taka ímóti pallum uppá 68.000 tons. Og havnin verður eisini dýpd til 21 metrar. 


Enn ein vinna, sum hevur tilknýti til aldargomlu olju- og gassvinnuna er decommissioning, avrigging ella niðurtøka av gomlu oljupallum. Her eru gjørdar stórar íløgur at gera lendi á landi klárt til at taka stórar pallar í land eins og at dýpa havnaløg, sum tá kunnu taka ímóti risastórum flutningskipum, ið koma til lands við stóru pallunum at taka sundur. Hesa vinnuna síggja vit so norðan fyri verandi havn í Lerwick og verður mett, at hon fer at hava stóran týdning fyri búskapin í framtiðini. Tó verður ásannað, at kappingin er hørð, og herfyri máttu hetlendingar siga farvæl til ein stóran kunda, sum valdi Hetland frá og heldur fór til Noregs at taka sundur stóran pall.

[object Object]

Útgerð at seta á havbotnin á Rosebank leiðunum við Føroyar her á goymslu í Lerwick. Niðanfyri hjálparskipið, sum skal veita tænastur á Rosebank leiðini. 

[object Object]

Aftrat hesum hava hetlendingar eins og føroyingar eisini eyguni eftir tí komandi virkseminum, sum eftir øllum at døma fer at koma í økinum millum Hetland og Føroyar. Ein stór útbygging av Rosebank oljukelduni við føroyska markið er ávegis og standa fyritøkur í Hetlandi fyri einum parti av byrjunararbeiðinum tvs. stóru undirsjóvarlutirnir koma til Lerwick, verða lagdir á goymslu har og fara síðani víðari á leiðirnar við Føroyar, har teir koma at vera grundarlagið undir útbyggingini á oljukelduni.

Røddir hava verið frammi um, at óvissa er um hesa útbygging, kortini hava tey á Lerwick Harbour vónir um, at útbyggingin fer at halda fram sum ætlað. Eftir hesa eru aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum væntandi eitt nú Cambo og Clair.  So í onkrum førum fer at verða kapping um veitingar millum føroyskar og hetlendskar fyritøkur og havnir. Tíðin vil so vísa, um tað ikki fer at verða brúk fyri báðum. 

[object Object]Fiskamarknaðurin í Scalloway, har føroyska ferðalagið eisini vitjaði. 

Umframt meginhavnina í Lerwick, so hevur havnin í Scalloway eisini stóran týdning fyri hetlendska samfelagið. Her kemur partur av stóra fiskiríkidøminum rundan um Hetland í land. Her er stórur fiskamarknaður eisini.  

[object Object]

Samanumtikið kann sigast, at munurin millum hesi bæði oyggjasamfeløgini úti í Atlantshavi, sum liggja so tætt við hvørt annað, eru flutningsmøguleikarnir. Sera avmarkað er, hvussu stór flogfør kunnu brúka floghavnina í Sumburgh, so tað skerjir flutningsmøugleikarnar. Haraftrat er eisini avmarkað við farmaflutningsmøguleikum sjóvegis millum Lerwick og Aberdeen. Nógv av farminum skal við sama skipi sum ferðafólkini, so tað kann gerast ein forðing. Í løtuni er í umbúnað at betra um flutningsmøguleikar millum skotska meginlandið og Hetland við farmaskipi.

[object Object]Flutningsmøguleikarnir bæði í Hetlandi og millum Hetland og meginlandið eru mangan skerdir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder