
Ein góður helmingur av fólkinum í Føroyum ber ótta fyri at vit skulu renna okkum inn í eina fíggjarkreppu innan fyri komandi fimm árini.
Í seinastu veljarakanning hjá Portalinum vóru veljararnir spurdir um teir eru stúrnir fyri, at ein fíggjarkreppa skal raka okkum í nærmastu framtíð.
Spurningurin ljóðaði: “Hvussu stúrin ert tú fyri, at vera ávirkað/ur av einum av hesum hendingum komandi fimm árini?; Fíggjarkreppu”.
38 prosent søgdu seg vera ‘stúrin’ og 15 prosent ‘sera stúrin’, 53 prosent til samans. 5 prosent vóru ‘als ikki stúrin’ og 14 prosent vóru ‘stúrin’
Í øllum landslutunum í landinum uttan einum eru tað væl oman fyri 50 prosent, sum eru stúrin. Men ikki í Eysturoynni. Har síggja tey ikki eins svart upp á møguleikanum fyri eini komandi fíggjarkreppu. 25 prosent her søgdu seg vera ‘stúrin’ og 17 prosent ‘sera stúrin’, 42 prosent tilsamans.
Annars eru ikki so nógv útsving at síggja í kanningini. Býtið millum Tórshavn/restina av landinum og kvinnur/menn er stórt sæð tað sama.
Ungdómurin meira stúrin
Tó so – í aldursbólkinum er ein ávísur munur at síggja. Teir eldru aldursbólkarnir – tey yvir 30 ár eru samd – umleið helvtin er stúrin ella sera stúrin.
Men tey yngstu eru nógv meira stúrin. Millum tey 18 til 29 ára gomlu eru tað heili 28 prosent, ið siga seg vera ‘sera stúrin’ fyri eini fíggjarkreppu og 39 prosent siga seg vera stúrin – 67 prosent tilsamans.
Lítil ótti fyri farsóttum
Í kanningini spurdu vit eisini fólk um tey vóru stúrin um onnur evni eisini. Eitt nú fyri at verða rakt av farsóttum innan fyri komandi fimm árini.
Men her má sigast, at vit ikki eru so stúrin, hóast tað ikki er so langt síðan, at vit sluppu av við korona/covid 19 farsóttina.
Bert 14 prosent eru ‘stúrin’ fyri eini nýggjari farsót og 3 prosent eru ‘sera stúrin’ – 17 prosent tilsamans.
Eisini her eru bert lítlir munir at síggja í kynum, aldursbólkum, landafrøði og politiskum tilknýti.
Vit síggja her, at fólk í Norðoyggjum eru eitt sindur minni stúrin enn í hinum økjunum. At menn eru minni stúrnir enn kvinnur. At tey yngstu og elstu eru meira stúrin enn tey miðaldrandi. Og at veljarar hjá Fólkaflokkinum eru minni stúrnir (15 prosent) enn hjá hinum stóru flokkunum har 21 prosent hjá Sambandsflokkinum eru stúrnir og 23 prosent hjá bæði javnaðar- og tjóðveldisveljarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald