Uttanlands

– USA hevur tørv á Grønlandi

Tað er við atliti at heimsfriðinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-03-29 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er við atliti at heimsfriðinum, at USA hevur tørv á at fáa ræði á Grønlandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum í gjár enn einaferð endurtók ynskið um at fáa Grønland undir amerikanskt ræði.

– Vit tosa ikki um frið fyri USA. Vit tosa um heimsfrið. Vit tosa um altjóða trygd, segði Trump við journalistar í Hvítu Húsunum.

– Sært tú siglingarleiðirnar, sært tú kinesisk og russisk skip allastaðni. Vit rokna ikki við, at Danmark ella nakar annar fer at taka sær av støðuni.

Náttina til hósdagin segði Trump eisini, at hann vil fara so langt sum neyðugt fyri at fáa fatur á Grønlandi.

Júst hvat Trump meinti við hesum er ógreitt, men danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen segði sambært donskum miðlum, at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum eru "langt úti" og "ein fjald hóttan".

Í gjár vitjaði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance í Grønlandi, har hann m.a. fanst at Danmark fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at tryggja Grønland.

Les eisini: Vance: Danmark hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder