
Jarðskjálvtin, sum rakti Myanmar fríggjadagin hevur nú kravt yvir 1.700 mannalív.
Umframt hetta eru 3.400 særd, og yvir 300 eru saknað, upplýsir hernaðarstýrið í landinum í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.
Tað er ein stór øking í mun til leygarmorgunin, tá boðað varð frá, at talið á deyðum var í minsta lagi 1.002, og talið á særdum var í minsta lagi 2.376.
Jarðskjálvtin, sum rakti fríggjadagin varð máldur til 7,7 á Richterstiganum, og hevur hann elvt til umfatandi oyðileggingar í stórum parti av landinum.
Amerikanski stovnurin United States Geological Survey hevur mett, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.
Jarðskjálvtin merktist eisini í Tailandi, har í minsta lagi 17 fólk hava latið lív, 32 fólk eru særd, og 83 eru saknað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald