
Tað rumblar aftur í grundini undir Reykjanesi í Íslandi nærhendis Grindavík. Tíðliga í morgun varð staðfest, at stórt virksemi er í Sundknúkum, men at grýti enn ikki floymir upp úr undirgrundini, skrivar RÚV.
Umleið 40 fólk hava í løtuni bústað í Grindavík, og farið er undir at fáa tey burtur. Eisini eru fólk rýmd úr Bláa Lóni og orkuverkinum Svartsengi.
Íslendingar kalla tað, ið er hent í morgun fyri ‘kvikuhlaup’, sum er tá grýtið undir jørðini nærkast jarðarskorpuni, og fyllist í holrúm í undirgrundini. Roknað verður tí við, at hetta fer at enda við einum gosi.
Løgreglustjórin á Suðurneti, Úlfar Lúðvíksson upplýsti fyri løtu síðani, at tey vóru liðug at flyta fólk úr Grindavík. Kortini eru átta fólk eftir í býnum, sum sýttu fyri at rýma.
Yvir 200 størri og minni skjálvtar eru skrásettir í økinum síðan virksemið byrjaði í morgun. Flestu skálvtarnir liggja um ella beint oman fyri 3 í styrki, skrivar RÚV. Ein skjálvti varð máldur til 4 í styrki – hesin merktist í Reykjavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald