Innanlands

Altjóða Parkinsondagur í dag

Parkinsonfelagið heitir á fólk um at vísa samhuga við teimum sjúkuraktu við at fara í ella bera okkurt grønt í dag

2025-04-11 07:34 Author image
Innsent
placeholder

Parkinsonsssjúkan er ein degenerativ sjúka, og sum er, finst eingin lekidómur. Umleið 150 fólk í Føroyum hava Parkinson, og mett verður, at umleið 10 milliónir kring heimin hava Parkinson.

11. apríl er altjóða Parkinsondagur, og verður hesin dagurin nýttur til á ymiskan hátt til at varpa ljós á hesa sjúku. Til dømis hava tey í Danmark tendrað grønt ljós á høgu tornini, pylonirnar, á brúnni um Stórabelt.

Í hesum sambandi fer Parkinsonfelagið at heita á øll um at lata seg í okkurt grønt, ella mála neglirnar grønar, fyri at vísa samkenslu, og senda jaligar tankar til tey, ið stríðast við hesa sjúku.

Tunnil.fo stuðlar við at tendra grøn ljós í Eysturoyartunnlinum henda dagin.

Á donskum verður sagt “Grøn er håbets farve”, og ein hvør ið hevur hesa sjúku vónar, at tað  skjótt verður funnin ein viðgerð moti Parkinson. So við íblástri frá tulipanini, ið verður nýtt sum logo fyri Parkinsonfeløg rundt heiminum, har grøni stelkurin er tað, ið heldur ta vøkru tulipanina, hava vit valt at nýta tann grøna litin til at varpa ljós á Parkinsonsjukuna og birta vón fyri tey ið dagliga stríðast vi hesa sjúku. 

- Eisini tú kanst vísa samkenslu hendan dagin, við at bera eitt hvørt grønt plagg ella mála neglirnar við grønum neglalakki.

Parkinsonsfelagið 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder