
Sosialdemokratiski og konservativi flokkarnir í Týsklandi, SPD og CDU/CSU, eru við at koma í mál við skipan av nýggju stjórnini í landinum.
Flokkarnir eru eitt nú samdir um at vísa tilflytarum aftur við mørkini í samstarvi við grannalondini, og seta í verk strangari markaeftirlit.
Tað segði komandi samveldiskanslarin, Friedrich Merz, CDU, á einum tíðindafundi har nýggja stjórnarsamgongan varð kunngjørd, skrivar Reuters.
Merz lovar at støðga óskipaðu tilflytingini til Týsklands.
CDU hevur havt sum krav til samráðingarnar, at strangari eftirlit skal vera við mørkini, og at tilflytarar skulu kunna vísast aftur. Hesum hevur sosialdemokratiski SPD-flokkurin annars sett seg ímóti.
Farna heyst setti Týskland í verk fyribils markaeftirlit til øll grannalond. Hetta eftirlitið hevði til endamál at verja móti “vandanum við islamiskum yvirgangi og álvarsligum kriminaliteti tvørtur um landamørk”. Henda skipanin varð longd við seks mánaðum síðst í februar í ár, skrivar Ritzau.
Pengar til verju og gongd á kjarnorku
Merz hevur fyrr lovað, at við honum á odda fyri týsku stjórnini, fer Týskland at seta fleiri pengar í verjuni av landinum. Hann ynskir eisini at stuðla fyritøkum, sum eru sperdar orsaka av fallandi eftirspurninginum. Komandi kanslarin hevur eisini lova at føra ein strangari politikk mótvegis útlendingum, enn konservativa undangongukvinna hansara í kanslarasessinum, Angela Merkel.
Stjórnarsamgongan ætlar eisini at kanna møguleikarnar fyri at seta gongd aftur á fleiri kjarnorkuverk.
Mertz roknar við, at nýggja týska stjórnin kann fara til verka í byrjanini av mai. Flokkarnir skulu fyrst semjast um sjálvan tekstin í stjórnaravtaluni.
Eisini skal finnast ein meiriluti í samveldistingini at atkvøða fyri, at nýggjur maður kemur í kanslarasessin. Sosialdemokraturin Olaf Scholz, sum avloysti Angela Merkel í 2021, er framvegis virkandi týskur samveldiskanslari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald