Uttanlands

Størsti vøkstur á partabrævamarknaðinum síðan 2008

Hetta hendi eftir at Trump boðaði frá, at hækkaði revsitollurin verður útsettur í 90 dagar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-10 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tøknipartabrøvini á Nasdaq-vísitalinum endaðu 12,2 prosent hægri og ídnaðarvísitalið Dow Jones 7,9 prosent hægri enn týsdagin, tá amerikanski partabrævamarknaðurin lat aftur í gjár.

Sambært MarketWire er talan um størsta vøkstur ein einstak dag á partabrævamarknaðinum síðan 2008, skrivar dr.dk.

Partabrøvini, sum annars lækkaðu heilt nógv fyrstu tveir dagarnar í vikuni, stóðu annars til eina lítla hækking, tá Donald Trump, forseti, á sosiala miðlinum Truth Social boðaði frá, at hann fór at bíða við revsitollinum í 90 dagar.

Leikbráið - timeout'ið - sum Trump kallar tað, er galdandi fyri lond, sum hava víst seg sinnað til at samráðast um ein nýggjan handilssáttmála við USA.

Og hóast Kina hinvegin kann rokna við einum tollsatsi á ikki minni enn 125 prosent, so tóku flestu íleggjararnir fráboðanina sum eitt tekin um, at eitt handilskríggj ikki stendur fyri durum.

Hetta merkti, at tøknipartabrøv, sum Apple og Nvidia, hækkaðu heili 15,3 og 18,7 prosent. Tesla vaks við 22,7 prosentum og eisini Amazon, Meta og Alphabet vuksu við tveysiffraðum prosenttølum.

Enn er óvist júst hvørji lond, sum fáa gagn av, at fyribils tollurin á 10 prosent verður útsettur, skrivar Ritzau. Heldur ikki er greitt hvussu komandi samráðingarnar fara at fara fram.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder