Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í Eysturoynni

Tveir bilførarar fingu klipp og tveir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum

2025-04-10 08:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri bilførarar í Eysturoynni eru hetta seinasta samdøgrið avdúkaðir fyri at hava fótin í so tungan á spitaranum.

Frá klokkan 18.15 og ein tíma fram var ferðsluløgreglan á vegnum til Fuglafjarðar fyri at máta ferð. Her vórðu tveir bilførarar støðgaðir og skuldsettir fyri at koyra ov skjótt.

Annar varð máldur til 112 kilometrar um tíman og fær klipp í koyrikortið. Hin varð máldur til 117 kilometrar um tíman og fær treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tíðliga í morgun millum kl. 04.45 og 06.05 var aftur ferðamáting, hesaferð í brekkuni millum Skipaneskrossin og Gøtueiði. Aftur hesaferð vóru tveir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.

Annar koyrdi 107 kilometrar um tíman og fær klipp í kortið, hin varð máldur til 117 kilometrar um tíman og fær treytaða frádøming.

Harafturat varð ein bilførari støðgaður undir illgruna fyri ikki at vera heilt edrúur. Hesin bilførari varð handtikin og er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder