
Nevndarval er á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 26. apríl, men longu nú er greitt, at verandi nevndarlimir halda fram.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari
Fríggjadagin 5. apríl var freist at bjóða seg fram at koma í nevndina hjá Føroya Lærarafelag til næsta skeiðið.
Tveir limir, umframt formaður skulu veljast, men tað verður einki væl.
Jacob Eli S. Olsen bjóðaði seg aftur fram sum formaðu. Hann hevur verið formaður seinastu seks árini og undan tí lærari í Eysturskúlanum í Havn.
Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali, eru Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn. Tey hava ávikavist røkt uppgávurnar sum kassameistari og skrivari felagsins.
-- Tey bjóða seg fram aftur. Eingi onnur valevni eru; sostatt heldur nevndin óbroytt fram.
Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum. Umframt fleiri gestarøður verður veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags eisini handað á aðalfundinum. Eingin onnur mál eru komin inn
Mynd: skulabladid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald