Innanlands

Undir illgruna fyri at stjala flagg: Verður avhoyrdur í dag

Hann skal hava stolið ísraelskt flagg týsdagin

Mikumorgunin varð flaggið funnið á Tinghúsvøllinum, vavt um standmyndina av Rasmus Effesøe (Mynd: Petur Takamasa Asano)

Mikumorgunin varð flaggið funnið á Tinghúsvøllinum, vavt um standmyndina av Rasmus Effesøe (Mynd: Petur Takamasa Asano)

2025-04-11 08:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Maðurin sum er undir illgruna fyri at hava stolið ísraelskt flagg á Finsen í Havn týsdagin og teknað á tað, verður avhoyrdur í dag, sigur løgreglan.

Málið kemur undir grein 110 í revsilógini, sum sigur, at tann sum alment háðar fremmanda tjóð, fremmant land, flagg tess ella annað viðurkent tjóðarmerki ella flaggið hjá Sameindu Tjóðum ella hjá Evroparáðnum verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

[object Object](Mynd: Petur Takamasa Asano)

Løgreglan sigur, at tað í hesum førum verður talan um bót.

Flaggið varð stolið tá Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri tiltaki í Finsen týskvøldið. Uttanfyri Finsen skipaði felagsskapurin "Samhugi við Palestina" fyri mótmælistiltaki.

Les eisini: Ísraelska flaggið kom afturíaftur

Les eisini: Limir úr Samhugi fyri Palestina stjólu ísraelskt flagg í Finsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder