
Mikudagin 16. apríl sýnir Filmsfelagið filmin ”Seinasta paradís á jørð” hjá Sakaris Stórá.
Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).
Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.
Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.
Sámal H. Hansen og Bjørg B. Egholm hava høvuðsleiklutirnir í filminum, sum er leikstjórnaður av Sakaris Stórá
Tað er Føroya fyrsti Geytavinnari, Sakaris Stórá, ið hevur leikstjórnað. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið", men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt", sum vann Geytan, og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren", sum undirvísingartilfar er gjørt til.
Framleiðari er Jón Hammer, sum rekur Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum
Sakaris hevur skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er eins og fyrr fotografur á filminum.
Filmurin verður vístur í Havnar Bio, og eisini verður hann vístur í 40 donskum biografum. Sýningin í Filmsfelagnum mikudagin verður sum hin einasta við artist talk, har høvið verður at seta leikstjóranum spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald