Uttanlands

Herovasti á Pituffik-herstøðini koyrdur frá

Orsøkin er vantandi álit á hennara leiðsluevnir, sigur amerikanski herurin

Pituffik Space Base(Mynd: EPA)

Pituffik Space Base(Mynd: EPA)

2025-04-11 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Susannah Meyers, herovasti á á amerikonsku herstøðini Pituffik Space Base í Grønlandi, er koyrd úr starvi, upplýsir amerikanski herurin.

Orsøkin er vantandi álit á hennara leiðsluevnir.

Amerikanski herurin skrivar, at ein herovasti væntast at teir lúka hægstu treytirnar fyri atburð, serliga tá tað snýr seg um at vera óheftir í sambandi við røkt av teirra uppgávum.

Í mars vitjaði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance herstøðina. Tá fanst hann at Danmark, sum sambært honum ikki hevði gjørt eitt gott arbeiði við at gera íløgur í Grønlendska fólkið og trygdina hjá Grønlandi.

Les eisini: Vance: Danmark hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði

Í telduposti til herfólkini á Pituffik-støðini tók Meyers frástøðu frá útsøgnini hjá Vance:

– Eg vil ikki siga, at eg skilji dagsins politikk, men tað, sum eg veit er, at stúranirnar hjá amerikonsku umsitingini, sum J.D. Vance varaforseti umrøddi fríggjadagin, ikki endurspeglar Pituffik Space Base, skrivaði hon m.a.

Sean Parnell, talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum skrivar á X, at gerðir, sum spilla dagsskránna hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump ikki verða góðtiknar hjá verjumálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder