
Steve Witkoff, sendifólk hjá amerikanska forsetanum, Donald trump er í dag komin til Russlands, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, boðar russiska stjórnarskrivstovan hjá sambært russisku tíðindastovuni Tass.
Hetta verður triðju ferð, at Witkoff hittir Putin, skrivar Ritzau.
Á skránni er m.a. kríggið í Ukraina, og fundurin verður so langur, sum Putin hevur tørv á, verður sagt.
Møguliga verður ein framtíðarfundur millum Trump og Putin, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov.
Vitjanin hjá Witkoff í dag hevur tó ikki avgerandi týdning, og eingin eigur at vænta nakað stórt gjøgnumbrot, sigur Peskov.
Trump, sum tók við sum forseti 20. januar, hevði vónir um at fáa ein skjótan enda á krígnum í Ukraina, og hevur USA roynt at fáa í lag eina avmarkaða vápnavíld fyri álop á orkuundirstøðukervi og í Svartahavinum, men higartil er avtalan ikki sett í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald