Uttanlands

Kina: Tollurin á amerikanskar vørur hækkar upp í 125 prosent

Handilskríggið millum Kina og USA heldur fram

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

2025-04-11 20:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Handilskríggið millum Kina og USA heldur fram, og frá leygardegnum hækkar Kina tollin á amerikanskar vørur úr 84 upp í 125 prosent, boðar kinesiska fíggjarmálaráðið frá.

At byrja við var amerikanski tollurin á kinesiskar vørur 34 prosent, men nú er hann uppi á 145 prosent.

Talan er um hægsta tollin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, síðan hann tók við sum forseti 20. januar.

Kina hevur kært málið til Heimshandilsfelagsskapin WTO.

Tað eru tvær vikur síðani, at amerikanski forsetin boðaði frá, at hann fór at leggja toll á innfluttar vørur úr nærum øllum londum.

Talan var um ein grundtoll á 10 prosent fyri øll lond, umframt hægri toll á vørur úr ávísum londum, harav Kina. Mikudagin boðaði Trump tó frá, at hesin hægri tollurin er útsettur í 90 dagar.

Tollurin á vørur úr Kina hækkar tó framvegis, og Trump sigur, at tollurin fer at hækka fyri tey londini, sum leggja toll á ella hækka tollin á amerikanskar vørur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder