
Steve Witkoff, serligur sendimaður hjá USA hitti í gjár russiska forsetan, Vladimir Putin í russiska býnum Sankta Pætursborg.
Tað er ikki nógv, sum verður upplýst um fundin, men sambært russiskum miðlum fundaðust teir báðir í yvir fýra tímar.
Hetta varð triðju ferð í ár, at Witkoff hitti Putin. Evnið á fundinum vóru "liðir í eini ukrainskari avtalu", sigur russiska stjórnin sambært Ritzau.
Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov segði undan fundinum í gjár, at fundurin ikki hevði avgerandi týdning og at eingin átti at vænta nakað stórt gjøgnumbrot.
Kirill Dmitrijev, serligur sendimaður hjá Russlandi hitti eisini Witkoff fríggjadagin, og sambært honum var talan um ein úrtøkumiklan fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald