
Í minsta lagi 21 fólk hava í dag latið lív í einum russiskum rakettálopi í ukrainska býnum Sumy.
Umframt hetta vórðu í minsta lagi 20 onnur særd, upplýsir virkandi borgarstjórin í býnum, Artem Kobzar sambært Reuters.
Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, umleið 30 kilometrar frá markinum til russiska Kursk-landslutin, og hevði í 2022 umleið 256.000 íbúgvar. Seinastu vikurnar er býurin raktur av fleiri russiskum álopum.
Eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur viðmerkt álopið. Hann upplýsir ikki nakað deyðstal men sigur, at nógv eru dripin og særd, og at bjargingararbeiðið er í gongd.
Eingin viðmerking er komin úr Russlandi.
Náttina til leygardagin boðaðu ukrainskir myndugleikar eisini frá russiskum dronuálopi á m.a. høvuðsstaðin Kyiv og næststørsta býin Kharkiv.
Leygardagin boðaði Russland eisini frá, at ukrainar høvdu framt fimm álop á orkuundirstøðukervi í Russlandi, hóast avtala er gjørd um ikki at leypa á orkuundirstøðukervi. Bæði londini hava seinastu tíðina boðað frá brotum á hesa avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald