Uttanlands

Russland: Ov tíðliga at vænta nakað úrslit

Samskiftið millum Russland og USA gongur væl, men mann skal ikki vænta nakað úrslit beinanvegin, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2025-04-14 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast tað gongur væl, skal mann ikki vænta nakað úrslit frá samráðingunum millum Russland og USA beinanvegin, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov.

– Alt gongur rættiliga væl, men sjálvandi er tað ikki møguligt at vænta úrslit beinanvegin, sigur Peskov, sum leggur afturat, at sambandið millum Russland og USA versnaði undir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Joe Biden.

USA hevur lagt trýst á Russland og Ukraina fyri at fáa eina avtalu um vápnahvíld millum londini.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir boðað frá, at hann ynskir ein skjótan enda á krígnum millum Russland og Ukraina. Fyribils er avtala gjørd um ikki at fremja álop á orkuundirstøðukervi, men bæði Russland og Ukraina hava boðað frá brotum á hesa avtalu, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin hitti amerikanski sendimaðurin Steve Witkoff russiska forsetan, Vladimir Putin í Sankta Pætursborg, men boðað varð ikki frá nøkrum gjøgnumbroti.

Trump sigur, at samskiftið við Ukraina og Russland gongur "ok", men har kemur ein løta, har mann annaðhvørt má levera ella tiga, sigur hann.

– Vit mugu síggja, hvat fer at henda, men eg haldi, at tað gongur fínt, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder